Hátíðarhald hjá heimatænastuni á Tvøroyri

Frá vinstru: Daimi Kjærbo eindarleiðari, Hennvá Danielsen, og Anna Djurhuus, leiðari

Tann  25.  november var hátíðarhald í hølunum hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy á Tvøroyri fyri Hennvá Danielsen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 25 ár.

Hetta skrivar sudurras.fo.

Hennvá byrjaði sum heimahjálp á Tvøroyri  í 1995 og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2004.

Í sambandi við 25 ára starvsdagin fekk Hennvá blómur og gávur  handaðar, og segði Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy, segði nøkur orð, har hon takkaði Hennvá fyri góða og trúgva tænastu.

Eisini fekk hon eina heilsu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.