Havnin ein betri og snildari býur

- Hevur tú eitt hugskot, sum tú vilt seta í verk? Eitt hugskot, sum kann gera høvuðsstaðin til ein snildari, betri og burðardyggari bý. Nú kanst tú vera við til at menna talgildar loysnir til høvuðsstaðin.

 

Tað siga KT-deildin í Tórshavnar kommunu og Hugskotið, sum saman skipa fyri einari sokallaðari díkjaraskrá (startup accelerator program). Endamálið við tiltakinum er at stimbra uppundir, at vinnuligar talgildar loysnir verða mentar til ymiskar tænastur í býnum.

- Talan er um loysnir, sum eitt nú kunnu betra um vælferðartænastur, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan annars, og sum møguliga kunnu útflytast til onnur økir ella lond.

At tiltakið er skipað sum ein díkjaraskrá merkir, at luttakararnir fáa møguleikan at arbeiða nógv og væl við sínari verkætlan í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum teir fáa køna vegleiðing og verða knýttir at vegleiðarum, sum fara at hjálpa teimum at díkja á.

- Fyri at flyta verkætlanirnar fram á leið endar díkjarin við, at íverksetararnir leggja síni hugskot alment fram fyri møguligum íleggjarum og samstarvspørtum. Øll kunnu søkja um at taka lut, og tær útvaldu verkætlanirnar fáa ókeypis innivist í Hugskotinum í sjey vikur.

KT-deildin í Tórshavnar kommunu og Hugskotið vísa á, at um fólk ynskja at vera við, kunnu tey fylla út tilmeldingarskjal á heimasíðuni hjá Hugskotinum, sum er hugskotid.fo/tilmeldingtalgildatinby

Lagt verður aftrat, at umsóknarfreistin er sett til 23. august 2019 klokkan 12, og díkjaraskráin byrjar mánadagin hin 9. september 2019, og hon endar við einum almennum tiltaki í Kongshøll mándadagin hin 28. oktobur.

- Vilt tú vita meira um tiltakið, kanst tú seta teg í samband við Hugskotið umvegis teldupost [email protected] ella við at ringja á tlf. 289333.