- Hatta er amatøraktigt og at spæla við eld

Í SF og Eindarlistanum eru tey ovfarin av ætlanunum hjá Jenis av Rana og samgonguni um at lata sendistovu upp í Jerusalem

Christian Juhl (Mynd: Ritzau Scanpix)

Christian Juhl (Mynd: Ritzau Scanpix)

At arbeiða upp á at lata føroyska sendistovu upp í Jerusalem er at spæla við eld. Tað meina donsku flokkarnir SF og Eindarlistin, sum í samrøðu við Altinget vísa sína misnøgd um ætlanina hjá Jenis av Rana og samgonguni.

- Tey spæla við eld, og tað er bæði amatøraktigt, ørvitisliga naivt og eitt eyðsæð brot á linjuna hjá ríkisfelagsskapinum, sigur uttanríkisorðførarin hjá SF, Karsten Hønge við Altinget.

Hann meinar, at ætlanin um sendistovuna er ein avbjóðing fyri norðurlendska samstarvið, men hann leggur serliga dent á, at hetta er problematiskt í mun til støðufestið í Miðeystri. 

- Tað er hol í høvdið at vera eitt av teimum heilt fáu londunum, sum viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael. Føroyingar hava ikki skilt týdningin av hesari konfliktini, sigur hann.

Í Eindarlistanum fagna tey heldur ikki ætlanini um sendistovuna í Jerusalem. Arktisorðførarin, Christian Juhl, sigur soleiðis við Altinget:

- Vit hava kempað fyri, at Føroyar skulu sita við fleiri borð og taka fleiri avgerðir, og tað vilja vit halda fram við. Men tað skal sjálvandi ganga báðar vegir, sigur hann.

Christian Juhl ivast eisini í, hvussu seriøst hetta er, og kallar ætlanina tí fyri eitt "politiskt stunt".

- Tey, sum kenna Jenis av Rana, vita, at hetta allarhelst bara er ein soloprovokatión. Hetta verður ongantíð til nakað, og tað undrar meg, at restin av føroysku samgonguni ikki hevur sett hann upp á pláss, sigur Christian Juhl.

Men Jenis bluffar ikki um Jerusalem. Les meira um tað HER.

 

 

Christian Juhl (Mynd: Ritzau Scanpix)