Í apríl tjentu føroyingar 845 milliónir

– Vøksturin, sum hevur verið hesi seinastu árini, heldur fram

Í fjør vóru 845 milliónir goldnar í apríl. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni. Sama mánað í fjør vóru 791 milliónir goldnar í lønum og Hagstovan sigur, at vøksturin, sum hevur verið síðani 2014, heldur fram.

Men uppgerðin vísir eisiin, at tað er rættiliga stórur munur á, hvat mannfólk tjena, og hvat konufólk tjena. Í apríl í ár tjentu menn í Føroyum nevniliga 510 milliónir, og kvinnurnar tjentu 335 milliónir krónur.

Og uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at bólkurin, sum eitur almennar tænastur, er nógv størsta vinnugrein í Føroyum, tí í hesum bólkinum vórðu 309 milliónir goldnar í lønum í apríl í ár. Næststørsti vinnubólkur í Føroyum eru privatu tænastuvinnurnar, har 257 milliónir vórðu goldnar í lønum.

Nakað væl longur niðiri á stigarum er fiskivinna og onnur tilfeingisvinna og í hesum bólkinum vórðu 151 milliónir goldnar í lønum í apríl og í byggivinnuni vórðu 128 milliónir goldnar í lønum, sigur Hagstovan.

Uppgerðin vísir eisini, at serliga í Havnini, eru lønargjaldingarnar munandi hækkaðar hesi seinastu árini, síðani 2009, men tær eru eisini hækkaðar í Eysturoy og í Norðoyggjum.

Í Havnini vórðu 335 milliónir goldnar í lønum í apríl og í Eysturoy vórðu 189 milliónir goldnar í lønum. Í Norðoyggjum vórðu 97 milliónir goldnar í lønum og so liggja hini økini um 50 milliónir í lønum, uttan Sandoy, sum aftur er nógv lægri enn tað.

Hinvegin hava tær staðið mestsum í stað í Suðuroy, í Sandoy, Í Norðurstreymoy og í Vágum. Eisini inntøkurnar uttanlands eru rættiliga støðugar.