Hatta hevði verið ein fín loysn fyri føroyskar sjúklingar

Sleppa teir ikki longur at tosa føroyskt, verður tað eitt bakkast

Verður ætlanin veruleiki, verður tað eitt afturstig fyri sjúklingar og avvarðandi á sjúklingahotellinum, heldur formaðurin í Trivnaðargrunninum

Verður ætlanin veruleiki, verður tað eitt afturstig fyri sjúklingar og avvarðandi á sjúklingahotellinum, heldur formaðurin í Trivnaðargrunninum

Vera tað danskir bussførarar, sum fáa arbeiðið at koyra føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn, verður tað eitt afturstig.

Tað heldur Sólbjørn Thomsen, formaður fyri trivnaðargrunnin fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.

Mikudagin umrøddi Løgtingið busskoyringina hjá Hotellinum og í tí sambandi varð boðað frá, at nú skal busskoyringin bjóðast út ímillum danskar veitarar at kappast um, eftir donskum treytum. Hendir tað, verður eingin trygd fyri, at bussførarin dugir føroyskt.

Talan er um koyringina ímillum Hotell Tórshavn og flogvøllin og koyringina ímillum hotellið og sjúkrahúsini og tann koyringin skal bjóðast út fyri at fáa kapping um koyringina fyri at fáa prísin niður.

Les meiri um tað her: Eitt stórt afturstig fyri føroyskar sjúklingar í Keypmannahavn

Sólbjørn Thomsen sigur, at tann bussurin, sum koyrir við sjúklingum ímillum hotellið og flogvøllin og ímillum hotellið og sjúkrahúsini, hevur ríkiligt at gera við tí og hann hevur sostatt ikki stundir til at fara útferðir við sjúklingum og avvarðandi.

og tey, sum taka sær av tí, hava ikki eisini stundir at fara útferðir við fólki,

Tað er ein tænasta, sum verður røkt við bussinum, Sóljuni, har sjálvbodnir bussførarar fara útferðir við sjúklingum og avvarðandi.

Fleiri løgtingslimir løgdu dent á týdningin av, at tað er føroyskur bussførari, sum koyrir sjúklingar og avvarðandi.

Og tað er Sólbjørn Thomsen púra samdur í. Tað gevur eina kenslu av tryggleika at sjúklingar og avvarðandi kunnu tosa føroyskt, eisini við bussføraran, sigur hann.

Tað hevur heilt øgiliga stóran týdning tosa, at føroyskt, beinanvegin tey lenda í Kastrup, sigur hann

https://www.in.fo/news-detail/news/tad-hevur-oegiliga-storan-tydning-fyri-sjuklingarnar/Les eisini: Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri sjúklingarnar

Hann sigur, at tað gevur eina kenslu av tryggleika, at sjúklingar, og teirra avvarðandi kunnu tosa føroyskt, eisini við bussføraran, leggur hann afturat.

Hann leggur afturat, at bæði sjúklingar, og avvarðandi, hava verið ómetaliga væl nøgd ta koyringina, sum er nú.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotu, hildu bæði Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, og Høgni Hoydal, tinglimur fyri Tjóðveldi, at tað ber til at finna eina loysn.

Tey halda, at ein loysn kundi verið busskoyringin verður umskipað og gjørd til ein fastan tátt av virkseminum hjá hotellinum, og so verða teir ein partur av sjálvum rakstrinum á hotellinum.

– Tað hevði verið ein fín loysn, heldur Sólbjørn Thomsen.

 

Verður ætlanin veruleiki, verður tað eitt afturstig fyri sjúklingar og avvarðandi á sjúklingahotellinum, heldur formaðurin í Trivnaðargrunninum