Hava avhoyrt vitni í harðskapsmálinum á Eiði

Eftirlitsmaðurin, sum bleiv sligin á Eiði, er kannaður av lækna

Leygarkvøldið bleiv ein eftirlitsmaður á kampingplássinum á Mølini á Eiði sligin av einum øðrum manni. Maðurin bleiv sendur á Landssjúkrahúsið og er blivin kannaður av lækna.

Læknin hevur síðani gjørt eina meting um skaðarar í sambandi við málið. Sum skilst hevur maðurin ikki fingið álvarsaman skaða, sigur vakthavandi hjá løgregluni.

Løgreglufólk hava gjørt avhoyringar við teir persónarnar, sum vóru til staðar, tá tað hendi. 

Málið verður viðgjørt sum eitt vanligt harðskapsmál. Málið fer í rættin, og so tekur rætturin støðu til, um dómur verður sagdur, og hvussu harður dómurin verður. Hetta kann taka rúma tíð, sigur vakthavandi.