Hava bíðað í fleiri ár - men nú verður tað

Nú verður farið undir at byggja nýt hús til Sjóvinnustýrið. Ætlanin hevur í fleiri ár verið at byggja Sjóvinnustýrinum nýggj umsitingarhøli í Vágum, men tað hevur ikki borið á mál enn.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sigur í tíðindaskrivi, at nú er klárt at bjóða bygningin út, og at Sjóvinnustýrið kann síggja fram til at fáa nútíðarhóskandi og varandi karmar um sítt virksemi.

– Sjóvinnustýrið er ein týðandi stovnur fyri Føroyar sum sjóvinnutjóð, og tí er umráðandi at stovnurin fær góðar og fastar karmar at virka í.

Tá ið nýggi umsitingarbygningurin er klárur, flytir Sjóvinnustýrið aftur til Vágar.

Bygningurin verður mettur at kosta umleið 26 milliónir Í ár eru 5,3 milliónir játtaðar til endamálið. Næsta ár eru níggju milliónir settar av, og í 2022 eru 12 milliónir settar av.