Hava bíðað í seks ár eftir eini loysn

Men nú verður tað lættari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta úr Føroyum til Danmarkar ella til Grønlands

Nú skal tað vera lættari hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum at flyta til hini londini í ríkisfelagsskapinum, Danmark og Grønland.

Tað er úrslitið, nú eitt uppskot er til viðgerar í Fólkatinginum um at avtaka marknaðforðingar í ríkisfelagsskapinum á hesum øki.

Málið fær dygga undirtøku í Fólkatinginum. Men tað hevur tikið sína tíð at koma hertil, tí tað var longu fyri seks árum síðani, at Fólkatingið samtykti einmælt at virka fyri at avtaka allar marknaðforðingar ímillum londini í ríkisfelagsskapinum.

Tá ið pensjónistar flyta ímillum londini í ríkisfelagsskapinum, verða teir umfataðir av lógini í landinum, teir flyta til. Fyrr var hetta ikki nakar stórvegis trupulleiki, tí pensjónsskipanirnar í Danmark og Føroyum hava verið rættiliga líkar, og tí bar eisini til at flyta millum londini uttan stórvegis avleiðingar fyri pensjónistin.

Men í 2003 var danska fyritíðarpensjónsskipanin grundleggjandi broytt, soleiðis at farið var frá trimum pensjónsstigunum, sum vit kenna her í Føroyum, til eitt pensjónsstig.

Tað merkir, at ein pensjónistur, sum eftir 2003 hevur fingið danska fyritíðarpensjón, ikki kann flytast beinleiðis til eina føroyska fyritíðarpensjón og tað er sami trupulleikin, tá flutt verður úr Føroyum til Danmark.

Av tí at skipanin í Danmark er so nógv broytt, er tað sostatt munandi truplari hjá fyritíðarpensjónistum at flyta úr Danmark til Føroyar ella úr Føroyum til Danmarkar.

Men nú fer Fólkatingið at avtaka marknaðforðingarnar á hesum øki. Annars varð upplýst á Fólkatingi, at myndugleikarnir í Føroyum og í Grønlandi hava lovað at avgreiða sín part av málinum í ár, so at nýggju reglurnar kunnu koma í gildi á nýggjárinum.