Hava bønað og biðið býráðið um frið men einki hjálpir

Borgarar úr 12 av 15 húsum í Ánunum hava skrivað undir áheitan til allar býráðslimirnar.

 

 

Opin áheitan til býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu

 

 

– Síðani í august í 2017 hava borgarar í Ánunum ótalligar ferðir bønað og biðið býráðið, bæði munnliga og skrivliga, um at sleppa undan larminum frá nøkrum ávísum skipum, men uttan úrslit.

Tað sigur Rúna Sivertsen, sum býr í Ánunum.

Hon greiðir soleiðis frá:

– Síðani sunnukvøldið, 19. juli, hava tvey av hesum skipunum, sum halda ekstremt nógvan gang, aftur ligið í Ánunum. Áttandu nátt á rað fáa fólk ikki hvíld. Í yvir eina viku eru fólk úr fleiri húsum rýmd, tí tey fáa ikki sovið fyri ganginum. Eisini summargestir hava verið noyddir at farið aðrastaðni at sova. Afturvendandi, árið runt, noyðast fólk í Ánunum av húsinum at sova undan larmi.

Hesa seinastu vikuna hevur tað ljóðað, sum ein tyrla hekk yvir húsunum. dB hevur konstant ligið omanfyri 60 upp í móti 80, og fólk hava verið í dýrastu neyð. 

Tað er ymiskt, hvussu fólk tola gangin og tað er eisini ymiskt, hvussu larmurin ávirkar fólk. Árinini eru eitt nú høvuðpína, vaml, hjartaflimmur, tinitus, møði, mótloysi og ørkymlan. Ringast er at at síggja, at eisini børn og ung líða undir ganginum. Summi hava havt marruna fleiri nætur á rað og onkuntíð hevur ikki borið til at farið í skúla orsakað av svøvnmangli.

##med2##

Mótmælið, sum er sent Klaksvíkar kommunu, er soljóðandi:

»Vit, borgarar í Ánunum, heita inniliga á býráðslimirnar í Klaksvíkar kommunu um at skipa so fyri, at tað verður livandi hjá íbúgvunum í Ánunum.

Gangurin frá Norðhavnini er mangan so ótolandi, at fleiri av okkum ikki fáa sovið við hús og tí javnan mugu flýggja aðrastaðni undan ganginum. Larmurin er so ógvusligur, at sjálvt børnini ikki fáa fulla hvíld um náttina. Børn gremja seg um høvuðpínu og fleiri av teimum vaksnu hava vaml og høgan puls, tá ávís skip liggja inni.

Vit hava øll okkara dagligu uppgávur at røkja við arbeiði og skúla. Á Edmundstrøð húsast eisini arbeiðspláss við starvsfólki, sum somuleiðis ávirkast av ganginum. Vit eru fleiri, sum merkja, at hetta gongur útyvir bæði heilsu og arbeiði.

Í løgtingslóg um skynsamiliga bygging stendur í § 1, stk. 2, at ”bygningar skulu byggjast, so at teir í mun til heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti lúka lógásett krøv og fyrisett mál, sum eru heimilað sambært byggilógini og lóggávuni annars.” Vit vilja vísa á, at húsini í Ánunum lúka treytirnar í lógini, men at heilsa okkara er hótt uttanífrá.

Vit leggja dent á, at fyri okkum er gangurin frá ávísum skipum álvarsligur heilsuvandi.«

##med3##

hoyrið gangin frá skipunum her