Hava bygt grótkast við tunnilsgróti

Samstarvið um at leingja grótkastið á Toftum hevur sambært Nes kommunu verið fyrimyndarliga gott.

Meginparturin av grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátum.

Meginparturin av grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátum.

 

Í morgun var avhendingarfundur á kommunuskrivstouni hjá Nes kommunu í samband við, at leingjanin av grótkastinum í Tofta havn nú er liðug. Tað er J&K Petersen, sum hevur havt arbeiðið um hendi, og sambært heimasíðuni hjá Nes kommunu hevur verkætlanin gingið sera væl.

- Arbeiði, sum er gjørt eftir minni enn einum ári, er liðugt umleið ein mánað fyrr enn ætlað, og arbeiði er gjørt til avtalaðan prís. - Her er eingin eykarokning, siga tey í Nes kommunu.

Grótkastið er longt við 90 metrum, og meginparturin av allari grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátunum Raghild og Siri hjá J&K Petersen. Tað stóra grótið, sum er brúkt til laðingina, hevur J&K Peteren útvegað av Hústoft.

Í Nes kommunu vita tey at siga, at nú arbeiðið við leingjanini er liðugt, verða ljós sett á nýggja grótkastið og forðingarnar, sum hava tikið ímóti spreingileidningum í sjónum, verða tiknar burtur.

Samlaða arbeiðið var mett at kosta 11,4 miljónir krónur. Enn er kostnaðurin ikki endaliga uppgjørdur, men greitt er, siga tey í Nes kommunu, at kostnaðurin verður minni enn mett - ella slakar 11 miljónir krónur.

Fyritøkan Terra við David R. Hansen hevur verið ráðgevi hjá kommununi, meðan LBF, Landsbyggifelagið hevur havt projektering og eftirlit um hendi.

##med2##

- Samstarvið millum okkum, Terra, LBF og J&K Petersen hevur verið fyrimyndarliga gott, og góða samstarvið hevur eitt nú havt við sær, at arbeiðið er liðugt fyri avtalaða tíð og til avtalaðan kostnað.

Eftir avhendingarfundin bjóðaði Nes kommuna arbeiðsmonnunum og leiðslu hjá J&K Petersen til morgunmat, har borgarstjórin og stjórin í J&K Petersen søgdu nøkur orð og takkaðu hvørjum øðrum fyri gott samstarv.

Meginparturin av grótnøgdini er tunnilsgrót, sum er flutt av Strondum við grótbátum.

Mannin hjá J&K Petersen, sum hevur útbygt grótkastið á Toftum.