Hava fingið 275 milliónir meiri í kassan enn í fjør

Tað er bara ein, sum hevur fingið minni í kassan í ár enn í fjør

Tað gongur framvegis strúkandi, bæði hjá kommununum og hjá Landskassanum.

Higartil í ár hava kommunurnar fingið slakar 1,7 milliard inn í kommunuskatti, og tað eru 129,3 milliónir, ella 8,46 prosent meiri enn tað var komið í kassan í sama tíðarskeiði í fjør.

Ein fyribils uppgerð hjá Taks vísir, at tað er bara ein kommuna í øllum landinum, sum hevur fingið minni inn í skatti frá januar til oktober í ár, enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað ein ein av landsins minstu kommunum, Fámjin, har inntøkan av skatti higartil í ár, hevur verið slakar 2,7 milliónir, og tað eru 2,76 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Sama støðan er hjá landskassanum, tí í tíðini frá januar til oktober í ár, hevur landskassin havt slakar 1,4 milliard í skatti, vísir uppgerðin hjá Taks.

Tað eru slakar 127,7 milliónir, ella 10,19 prosent enn landskassin fekk í sama tíðarskeiði í fjør. Og sostatt hava kommunukassarnir, og landskassin, fingið tilsamans 275 milliónir meiri inn í skatti frá januar til oktober í ár, enn tey fingu í sama tíðarskeiði í fjør.