Hava fingið 30 fráboðanir frá fólki um skaðar av stormi

Nògv fólk eru ikki farin at rudda fyrr enn vindurin var brostin á, sigur løgreglan

Í Leirvík varð ein bingja tikin av vindi og fór út av bryggjukantinum

Í Leirvík varð ein bingja tikin av vindi og fór út av bryggjukantinum

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í dag. Boðað hevur verið frá illveðrið í fleiri dagar, og seinnapartin í dag brast hann á av álvara. Tað er nógvur vindur enn, og eftir veðurforsagnunum verður tað ikki fyrr enn í nátt, at hann hæsar av.

Løgreglan sigur, at hóast heitt hevur verið á fólk um at ansa eftir, at einki liggur leyst, sum kann fúka í vindinum, er tað ikki fyrrenn nú, vindurin brast á, at nógv fóru at rudda.

 

Løgreglan sigur eisini, at ímillum klokkan 15 og 18 í dag ringu eini 30 fólk til løgregluna, tí tey vóru komin í neyð av ymsum, sum feyk í vindinum. Og lagt verður afturat, tað er úr øllum landinum, at fólk hava ringt, tí eru ongar fráboðanir komnar úr Sandoy.

Talan var um alt møguligt, takstigar, trampolinur, ymiskt byggitilfar og annað. Men í Leirvík var so nógvur vindur, at ein bingja varð tikin av vindi og fór út av brygggjuni.

##med2##

Síðani klokkan 18 í kvøld, hevur telefonin ikki ringt, men vindurin verður framvegis nógvur í fleiri tímar afturat, tí tað verður ikki fyrr enn mitt í nátt, at hann minkar aftur.

Í Leirvík varð ein bingja tikin av vindi og fór út av bryggjukantinum