Hava fingið DNA-roynd frá manni

Norska løgreglan hevur sambært VG fingið DNA frá manni, sum var í heiminum í Lørenskog í tíðini, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv.

 

VG skrivar, at í leitingin eftir at loysa gátuna um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum skjótt hevur verið horvin í eitt ár, hevur norska løgreglan lagt dent á at tryggja DNA-spor.

Løgreglan hevur eisini í kanningararbeiðnum arbeitt við at endurskapt ein DNA-profil, sum kann peika á ein møguligan brotsmann ella brotsmenn.

Longu í februar samlaði løgreglan DNA-royndir í heiminum og umhvørvinum í Lørenskog, og tá segði kanningarleiðarin, Tommy Brøske við NRK, at tey vónaðu at finna spor, sum kunnu koma at fáa týdning í málinum. 

Í gjár skrivaði VG, at eitt vitni í málinum í hesi vikuni hevur givið DNA-roynd í samband við málið um Anne-Elisabeth Hagen. Maðurin, sum læt royndina, skal hava verið heima hjá hjúnunum í Lørenskog í tíðini, áðrenn konan hvarv.

Við VG sigur maðurin, sum læt royndina, at hann ta kenslu frá løgregluni, at tey vildu "utkvittere" DNA úr heiminum. Maðurin læt bæði spýttroyndir og fingramerki til løgregluna.

Maðurin, sum læt royndina, sigur seg ikki vita, um løgreglan møguliga leitar eftir onkrum ávísum DNA í samband við uppkláringararbeiðið. Kanningarleiðarin, Tommy Brøske, váttar yvirfyri VG, at løgreglan hevur tyggja sær DNA í málinum.

- Vit arbeiða við at finna út av, hvønn týdning hesi fólk hava fyri kanningararbeiðið. Tí hava vit sett okkum í samband við fólk fyri at lata okkum DNA-roynd, sigur Tommy Brøske, sum leggur aftrat, at hetta verður gjørt fyri at "sjekke ut", sum hann málber seg á norskum.