Hava fingið nýggjan leiðara

Javni hevur nýggjan dagligan leiðara eftir Kristinu Háfoss, sum er farin í annað starv

Tað verður Marjun Olsen Lützen, sum nú verður nýggjur, dagligur leiðari í Javna. Tað verður 1. februar at hon tekur við starvninum eftir Kristinu Háfoss, sum tók við tann 1. desember, men sum síðani er sett í starv sum stjóri í Norðurlandaráðnum.

Marjun Olsen Lützen er 39 ára gomul, hon er úr Klaksvík, men hon og býr í Havn saman við manni og børnum. Hon hevur lisið í London og hon er BA í altjóða viðurskiftum og sosiologi og harumframt hevur hon verið í Aalborg og lisið til cand.mag. í mentan, samskifti og alheimsgerð. 

Hon hevur verið samskipari hjá Byggiharrasamtaki Føroya og skrivari og fulltrúi á Sendistovu Føroya í Brússel. Her hevur hon nomið sær hollar royndir í samskipan, samskifti og samstarvi, eins og nógvar royndir í fyrisiting. At arbeiða fyri viðurskiftum á brekøkinum verður ein heilt nýggj avbjóðing, sum hon er spent upp á at fara undir, siga tey í Javna.