Hava fingið skipsbrotna bátin upp á land

Í dag eydnaðist at fáa bátin, sum fyrranáttina sigldi á land útfyri Porkeri, trygt til lands. Báturin, sum eitur Rankin, hevur annars ligiði í biminum á Vikartanga, síðani hann fór á land á Víkarskeri.

Tað var sunnunáttina, at báturin fór úr Vági við sjey fólkum, men báturin kom ikki longur enn til Porkeris, tí har sigldi hann ov nær landi, og sigldi á land á Víkarskeri. Tey sjey fólkini umborð komu sær sjálvi í land, tí so mikið nær landi lá báturin, áðrenn hann fór av aftur, og rak fyri vág og vind, til hann aftur stóð fastur á landi, hesaferð á Víkartanga.

Løgreglan kannar málið.

Í dag kom tvíkiljan Skarvanes hjá Bakkafrost inn á Porkeri við Rankanum, og tað frættist, at hol er á bátinum, so uttan reimar at halda honum uppi, hevði báturin óivað farið til botns. Báturin er fyribils fingin upp á brygjuna í Porkeri.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

(Myndir; S.O.)