Hava framvegis einki álit á løgregluni

- Vit hava ikki álit á løgregluni í hesum kanningararbeiði við Tom Hagen sum skuldsettum, sigur stuðulsadvokaturin hjá Hagen-børnunum, sum í gjár fingu kunning frá løgregluni.

 

Vantandi álit ger, at Hagen-børnini ikki vilja vera við í nýggjum avhoyringum hjá løgregluni.

Vantandi álit ger, at Hagen-børnini ikki vilja vera við í nýggjum avhoyringum hjá løgregluni.

 

Fyrrapartin í gjár hevði norska løgreglan bjóðað teimum trimum vaksnu Hagen-børnunum til fundar at hoyra um dagføringarnar hjá løgregluni í drápsmálinum móti pápanum, og miljarderinum, Tom Hagen. Sum skilst á VG, var hetta ein fundur, sum vardi í nakrar tímar, og tað var løgreglan, sum tók stig til fundin. 

Við á fundinum vóru eisini fólk, sum eru við í kanningararbeiðnum hjá løgregluni í málinum. Løgreglan ynskti at kunna Hagen-børnini um, hvussu gongur við málinum, og hvussu ætlanin er at arbeiða frameftir.

Løgreglan gjørdi eisini vart við, at tey ynskja nýggjar avhoyringar av børnunum, men børnini hava ongan áhuga havt at verða við í nýggjum avhoyringum, síðan pápin varð handtikin og skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - seint apríl í ár. 

Børnini eru nevniliga sannførd um, at pápin er ósekur, og tey halda, at løgreglan brúkar orkuna á skeivum staði. Tey hava fleiri ferðir víst á, at meðan pápin er undir luppinum hjá løgregluni, og øll orkan verður brúkt her, leitar eingin eftir mammuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í 2018, meðan pápin var til arbeiðis. 

Eftir at hava sitið 11 dagar í varðhaldi, tá hann varð handtikin seint í apríl í ár, varð Tom Hagen latin leysur aftur, tí lagmannsrætturin metti ikki, at løgreglan hevur nóg góð prógv ímóti honum. Rætturin helt ikki, at løgreglan hevur prógvað, at maðurin er sekur - og at Tom Hagen eins væl kann vera ósekur sum sekur.

Tá løgreglan í gjár hitti Hagen-børnini, var hetta fyrsti fundur millum partarnar síðan í byrjanini av apríl í ár. Men, børnini hava áður verið í fleiri avhoyringum hjá løgregluni, og her hava tey eisini verið spurd neyvt um persónligu viðurskiftini millum pápan og mammuna. 

- Vit hava verið á einum fundi við løgregluna í dag. Hetta var ein upplýsingarfundur, sum vit vildu verða við í, tá eingin upplýsingarfundur hevur verið við tey avvarðandi síðan hin 8. apríl í ár, sigur stuðulsadvokaturin hjá Hagen-børnunum, Ståle Kihle, við VG.

Stuðulsadvokaturin lýsir fundin við løgregluna sum ”hugnaligan”, men at fundurin ikki broytti ta meining, sum børnini hava um málið. Tey halda fast við, at pápin ikki stendur aftan fyri brotsverkið móti mammuni, og tey halda framvegis, at løgreglan hevur ”tunnilssjón” í sínum kanningararbeiði.

- Vit hava framvegis einki álit á løgregluni í hesum kanningararbeiði við Tom Hagen sum skuldsettum, og tað er einki, sum í løtuni broytir hetta. Hetta hava vit sagt allatíðina, og hetta er ikki broytt eftir fundin í gjár, sigur Ståle Kihle.

Kanst tú lýsa hetta nærri?

- Nei, eg vil ikki fara í smálutir nú, og eg vil ikki gera viðmerkingar um smálutir frá fundinum, sigur stuðulsadvokaturin.

Vantandi álitið á løgregluna ger, at Hagen-børnini heldur ikki vilja vera við í nýggjum avhoyringum hjá løgregluni. Eingin teirra er avhoyrdur síðan í august í fjør. Í drúgvum avhoyringum vórðu børnini eitt nú tráspurd um samlívið hjá foreldrum sínum.

 

 

 

Vantandi álit ger, at Hagen-børnini ikki vilja vera við í nýggjum avhoyringum hjá løgregluni.