Hava funnið blóð av ríkmanskonuni

Norska løgreglan váttar nú, at kriminalteknikarar hava funnið blóð av Anne-Elisabeth Hagen í heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog.

 

 

 

 

Úrslit av tekniskum kanningum vísa nú, at blóð, sum stavar frá norsku ríkmanskonuni, 69 ára gomlu Anne-Elisabeth Hagen, er funnið í heiminum hjá henni og manninum, miljarderinum, Tom Hagen.

Hetta er úrslit av tekniskum kanningum, og tað er norska løgreglan, sum ber hesi tíðindi, nú skjótt eitt ár er liðið, sum ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør.

Síðan morgunin, hon hvarv, hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt lívstekin frá henni. Seinasta lívstekin er ein telefonsamrøða, hon hevði við onkran í familjuni henda feigdarmorgun klokkan 09.14. 

Ein elektrikari, sum býr í grannalagnum, hevði avtalu við Anne-Elisabeth Hagen um at flyta nakrar lampur í heimi hennara, men tá hann ringdi á telefonnummarið hjá henni 34 minuttir eftir klokkan 09.14, tók hon ikki telefonina.

Maðurin, Tom Hagen, sum hevur skrivstovu í øðrum bygningi í Lørenskog, møtti sambært løgregluni til arbeiðis henda morgun umleið klokkan 09.10. Tá hann kom heim aftur umleið klokkan 13.30 henda dagin, var húsið tómt og konan horvin.

Og tað hevur hon verið síðan. 

- Vit kunnu vátta, at smærri nøgdir av blóði, sum stava frá Anne-Elisabeth Hagen, eru funnar í heiminum í Lørenskog, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske. 

Hann vísir á, at tá hetta er heimið hjá Hagen-hjúnunum, og tað var her, tey búðu, er ikki vist, at blóðsporini eru so hugvekjandi. Men, tað er greitt, at tað er okkara lutur at royna at finna út av, hvønn týdning hetta kann hava í málinum, sigur kanningarleiðarin.

Hann vil tó ikki siga, hvar í heiminum, blóðsporini eru funnin, og sambært tí, sum norska blaðið VG heldur seg vita, er løgreglan ikki liðug við sínar greiningar av blóðsporunum.