Hava funnið ókendan djúpan havstreym

– Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki, sigur Havstovan

Miðalstreymur tvørturum signingarleiðina hjá Norrönu. Bláir litir vísa, at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna. Reyðir litir vísa norðurvent rák móti Arktis

Miðalstreymur tvørturum signingarleiðina hjá Norrönu. Bláir litir vísa, at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna. Reyðir litir vísa norðurvent rák móti Arktis

Nýggjar mátingar frá eitt nú Norrönu hava avdúkað eina streymstrálu. Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár.

Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina”, sum er sami háttur, sum løgreglan brúkar, tá hon ger ferðmátingar í ferðsluni. Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar.

– Vit vilja nýta høvið at takka Smyril Line fyri góða samstarvið, sigur Havstovan.

Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroya Banka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.

Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum - við klokkuni - áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications (les her) at størsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðanfyri Hetland (sí mynd).

– Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið. Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki, skrivar Havstovan. 

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.

Miðalstreymur tvørturum signingarleiðina hjá Norrönu. Bláir litir vísa, at miðalrákið vendur suður gjøgnum Hetlandsrennuna. Reyðir litir vísa norðurvent rák móti Arktis