Hava funnið petti av metalli sósini

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti hesum

 

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum tilfarið, sum verður brúkt at gera pitsur vð. Talan er um Pizzakit við tomatsós frá Coop, sum ávarað verður ímóti.

Heilt nágreiniliga er talan um Wewalka Pizza Kit Classic + Tomato Sause. Nettovektin er 600 gramm og EAN strikukotan er 9001536015187. Talan er um tilfarið, sum merkt til at vera best fyri 25. juli í ár, fyrsta august, áttanda august, ellivta august og fimtanda august í ár.

Tilfarið er selt í FK handlum í Føroyum og orsøkin til ávaringina er at  petti av metalli eru funnin í sósini til pitsurnar, men annars er einki í vegin við sjálvum deigginum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at av tí at metallpetti eru funnin í sósini, er hon ikki mannaføði og tí verður heitt á fólk, sum hava hetta liggjandi, um at tveita tað burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.