Hava funnið skorðdýr í rísi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av rísi

Hevur tú keypt ein pakka við leysum rísi frá Rema 1000, er nokk best at kanna innihaldið serliga gjølliga. Tey hava nevniliga funnið skorðdýr í summum av posunum og tí ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú fólk ímóti ávísum sendingum av hesum rísinum.

Talan er um "REMA 1000 løse ris" í kókiposum og talan er um pakkar, sum eru best fyri  22.04.2021 og 23.05.2021.

EAN nr er 5705830000361

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí at skorðdýr eru funnin í nøkrum pakkum, er vøran ikki mannaføði og tí verður mælt til at beina rísið burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.