Hava handað íbúðir undir Bólheyggi í Sørvági

Í gjár vórðu íbúðirnar í Sørvági handaðar Bústøðum, og eru tær tí klárar at vísa fram fyri komandi leiðarum.

 

 

Tað sigur Jóhan Petur á Stongum frá Westtech, sum hevur latið íbúðirnar bygt saman við Bústøðum.

Í hesum sambandi skipaði Bústaðir fyri hugnaløtu fyri øllum sum vóru partar av verkætlanini.

– Jóhan Mikkelsen helt lív í, við góðum tónum. Vit í Westtech vilja takka Bústaðir, Sørvágs kommunu og undirveitarum fyri gott samstarv, sigur Jóhan Petur á Stongum.

Talan er randarhús í einari hædd á umleið 70 fermetrar. Íbúðirnar hava sera gott útsýni yvir bygdina og havnalagið.

Íbúðirnar eru allar eins við køki og stovu, tveimum kømrum, baðirúmi og úthúsi, sum eisini er tøknirúm – og allar íbúðirnar hava terrassu.