Hava handað krøvini

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF samráðast í hesum døgum um sáttmálan hjá Elektron

Mynd: industry.fo

Mynd: industry.fo

Samráðingar eru í hesum døgum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, ið er ein stytting fyri Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, og KT o.l., um sáttmálan fyri starvsfólkini á Elektron. Tað upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðu síni.


Samráðingarnar eru komnar so mikið langt, at partarnir nú hava handað hvørjum øðrum síni krøv. Partarnir fara nú at taka støðu til krøvini, áðrenn samráðingarnar halda fram í komandi viku.

Vinnuhúsið upplýsir, at verandi sáttmáli fyri Elektron gongur út við endan av hesum mánaðinum.

Mynd: industry.fo