Stórsti heiðurin var at hitta Mandela

- Tað, sum sermerkti Nelson Mandela, var hansara ótrúliga toleransa og fyrigeving, sigur Jóannes Eidesgaard, sum hitti suðurafrikanska forsetan fyri 14 árum síðani

Jóannes Eidesgaard hittir Nelson Mandela á Christiansborg tann 16. mars í 1999. Mandela var tá á rundferð í Norðurlondum

Sum fólkatingsmaður hitti Jóannes Eidesgaard Nelson Mandela á Christiansborg, 16. mars 1999.

Saman við Annfinni Kallsberg og frú fekk Jóannes Eidesgaard høvi at heilsa uppá suðurafrikanska forsetan, Nelson Mandela, tá hann vitjaði Danmark fyri at takka fyri stuðulin móti apartheidstýrinum.

Við Sosialin 17. mars 1999 segði Jóannes Eidesgaard millum annað soleiðis:

- Nelson Mandela man roknast sum ein av teimum størstu statsmonnum í hesi øldini. Hóast hann hevur sitið í fongsli í meira enn 27 ár, so gavst hann ikki á hondum í stríði sínum móti teirri órættvísu og mannafíggindaligu Apartheidskipanini. Og tað, sum sermerkir henda mann, er hansara ótrúliga toleransa og fyrigeving. Eftir øll hesi ár í fangatippi gevur hann sínum mótstøðumonnum hondina og ger semju við teir. Hann vísir ongan beiskleika, og tað er hetta, sum eg haldi er so stórt og stórtsinnað.

Virðingin fyri Mandela er ikki minkað síðani. Og nú Nelson Mandela andaðist í gjárkvøldi, var Jóannes Eidesgaard á Rás2 fyri at tosa um fyrrverandi, suðurafrikanska forsetan.

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.

Les eisini:

Jan Müller: Tann mætasti síðani Jesuspápa

Amnesty syrgir Mandela

Nelson Mandela deyður