- Í løtuni kunnu vit ikki vátta, at tað er Nora Quoirin, men tað tykist tíverri hugsandi, skrivar felagsskapur.

Hava helst funnið Noru Quoirin í Malaysia

Áhaldandi leitingin eftir 15 ára gomlu Noru Quoirin hevur nú ført til, at leitingarlið hava funnið eitt lík.

 

 

 

- Í løtuni kunnu vit ikki vátta, at tað er Nora Quoirin, men tað tykist tíverri hugsandi, skrivar felagsskapur.

 

15 ára gamla, Nora Quoirin, sum er menningartarnað, var saman við familju síni úr London komin til Malaysia at ferðast. Tey búðu á einum frítíðarhotelli nærindis høvuðsstaðnum í landinum, Kuala Lumpur.

Men, longu um morgunin, eftir at tey seint kvøldið fyri vóru komin á hotellið fyri góðari viku síðan, var gentan horvin. Eitt vindeyga í kamarinum, har hon og onkur av systkjunum svóvu, stóð opið. Eingin hevði varnast nakað.

Familjan dugdi slett ikki at ímynda sær, at gentan var farin av hotellinum av sær sjálvari, tí hon var bæði smæðin og afturhaldin. Tey vóru onga løtu í iva um, at talan var um eina brotsgerð. Tað helt løgreglan kortini ikki.

Nærindis hotellinum er ein frumskógur, og her fekk løgreglan eisini frumfólkið at leita. Tey høvdu bandavspælara og hátalara við, meðan tey leitaðu. Á bandinum róptu mamman og onnur í familjuni á dóttrina og søgdu, at tey vóru her!

Eftir áhaldandi at hava leitað í fleiri dagar, hava tey nú at enda funnið eitt lík, men enn er ikki vist, at tað er hin 15 ára gamla, Nora Quoirin. Tað er "Lucie Blackman Trust", sum ber hesi tíðindi á Facebook í morgun.

"Lucie Blackman Trust" er ein felagsskapur, sum hjálpir bretskum familjum at finna burturblivin fólk aftur í útlandinum. - Í løtuni kunnu vit ikki vátta, at tað er Nora Quoirin, men tað tykist tíverri hugsandi, skrivar felagsskapurin.

##med2##

- Kanningarfólk hjá løgregluni eru í løtuni á veg til staðið at eyðmerkja líkið og finna fram til deyðsorsøkina, skriva "Lucie Blackman Trust".

Løgreglan á staðnum váttar sambært BBC eisini, at eitt lík er funnið nærindis hotellinum, har Nora Quoirin og familja hennara búðu. Hin 15 ára gamla hevur verið saknað síðan um morgunin hin 4. august.

Vit kunnu leggja aftrat, at pápi Noru Quoirin er fransmaður, og mamman er úr Írlandi. Hon hevði írskt pass, men hevði búð í London saman við foreldrum sínum í fleiri ár.

Seinasta: 

Løgreglan í Malaysia hevur júst hildið tíðindafund, og her hava myndugleikarnir sambært Reuters váttað, at líkið, sum er funnð, er Nora Quoirin.

 

 

- Í løtuni kunnu vit ikki vátta, at tað er Nora Quoirin, men tað tykist tíverri hugsandi, skrivar felagsskapur.

15 ára gamla, Nora Quoirin, sum var menningartarnað, var saman við familju síni komin til Malaysia at ferðast.