Hava ikki ánilsi fyri hvat tey fáa at liva av

Tey eldru vita eitt sindur meiri enn tey yngru – og menninir vita eitt sindur meiri enn kvinnurnar

 

 

Tað eru rættiliga nógv fólk, sum ikki hava ánilsi av, hvat tey fara at fáa í pensjón, tá ið tey verða pensjonerað og tey vita heldur einki um, hvørjar lívstrygingar, tey hava.

Tað er úrslitið av eini kanning, sum Spyr hevur gjørt fyri BankNordik. Kanninginvísir, at heili 85 prosent av føroyingum ikki hav nóg gott innlit í síni penjónsviðurskifti og sínar lívstryggingar.
– Pensjóns og lívstryggingar hava stóra ávirkan á lívið og fíggjarstøðuna hjá tí einstaka, og tí er tað merkisvert, at innlitið í hesi viðurskifti er so lítið, sum kanningin vísir, sigur BankNordik í eini viðmerking.

Í stuttum er støðan soleiðis, sum myndin niðan fyri vísir:

##med2##

 

Kanningin vísir, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv fólk í ymsum aldursbólkum vita um síni pensjónsviðurskifti og sum heild vita tey yngru minni enn tey eldru. Til dømis siga 56 prosent av teimum ímillum 18-29 ár, at tey vita einki um síni pensjónsviðurskifti. Fyri tey 50-59 ára gomlu er talið 16 prosent.
Harafturat er eisini munur millum kvinnur og menn. 37 prosent av kvinnunum vita einki vita um síni pensjónsviðurskifti, meðan kløk 30 prosent av monnunum siga tað sama. 
Hyggja vit eftir støðuni sum heild, siga gott 43 prosent, at tey ongantíð hava fingið ráðgeving um pensjón og tryggingar og te siga eisini, at tey tosa lítið um hesi viðurskifti við síni nærmastu. 
Tey vórðu eisini um sínar lívstryggingar. Eftir kanningini siga 58 prosent, at tey høvdu fingið nýtt starv, at hjúnastøðan var broutt, at tey høvdu fingið børn, ella høvdu keypt hús hesi seinastu trý árini. Men bara helmingurin av teimum siga, at tey hava ikki lagað síni tryggingarviðurskifti til tað broyttu støðuna. 
BankNordik sigur, at tá ið lívsumstøðurnar broytast, eiga pensjóns- og lívstryggingarviðurskifti eisini at verða endurskoðað.

– Tá ið fólk fáa maka, flyta saman, fáa børn, skiljast, ella verða pensjónerað, hugsa tey flestu kanska ikki so nógv um pensjón og lívstryggingar. Men tað kann fáa avleiðingar, og fyri summi kann tað fáa stórar fíggjarligar avleiðingar um so er, at samansparingin til pensjón er ov lítil, ella um tey ikki hava tær røttu tryggingarnar. 
– Tí er hevur tað stóran týdning at tosa við tey, sum tey eru tryggjað hjá, ella hava pensón hjá, fyri at tryggja sær at viðurskiftini eru í samsvari við støðuna, tey eru í, sigur BankNordik.