Hava ikki tikið støðu til Voxbotn enn

– Um tað verður avlýst, so fara fólk at fáa valið ímillum antin at flyta atgongumerkið til komandi ár ella at fáa pengarnar aftur, sigur fyriskipari av Voxbotn

Um tú hevur keypt tær atgongumerki til Voxbotn, so ber í løtuni ikki til at fáa pengarnar aftur, sjálvt um stóra tónleikatiltakið ikki verður tann dagin, sum tú nokk væntaði, tá tú keypti atgongumerkið.

Fyriskipararnir hava útsett Voxbotn tvær ferðir orsakað av almennu tilmælunum í sambandi við covid-19. Fyrst var ætlanin, at Voxbotn skuldi vera 27. juni, men tað bleiv útsett til 5. september, og nú er tað so aftur útsett - hesa ferð í óásetta tíð. 

Fólk hava tó onga kunning fingið um atgongumerkini enn, og vit vita frá keldum, at fleiri eru ørg um hetta. Tey vilja fegin hava sínar pengar aftur, nú tey ikki sleppa til Voxbotn, tá tey ætlaðu sær.

Allir hinir festivalarnir, sum eru avlýstir í summar, hava lovað fólki at fáa pengarnar aftur ella flyta atgongumerkið til næsta ár. Men av tí at Voxbotn ikki er avlýst enn - men bara útsett - so er hava fyriskipararnir ikki givið fólki boð um líknandi enn. Orsøkin til vantandi kunningina er, at tað er for tíðliga at melda nakað út enn, siga fyriskipararnir.

– Vit hava akkurát útsett og velja líka at síggja tíðina an. Vit hava ikki enn tikið støðu til, hvussu vit gera, sigur Háldan Haldansen, sum saman við Rúna Djurhuus er fyriskipari av Voxbotn.

– Um tað verður avlýst, so fara fólk at fáa valið ímillum antin at flyta atgongumerkið til komandi ár ella at fáa pengarnar aftur, sigur hann.

Men hvussu so við teimum, sum ikki kunnu ella tíma at fara á Voxbotn nakran annan dag enn upprunaliga dagin 27. juni - kunnu tey so ikki fáa pengarnar aftur, nú tit hava útsett?

– Fólk hava higartil funnið nokkso væl útav tí. Ofta hava fólk keypt atgongumerki á jólum, og so hava tey funnið útav, at tey ikki kunnu allíkavæl. Tá hava tey til dømis selt atgongumerkið víðari til onkran annan, sigur fyriskiparin.

Men tað kann vera, at fólk fara at kunna fáa pengarnar aftur, sjálvt um tiltakið ikki verður heilt avlýst. 

– Eg útiloki ikki tann møguleikan, men støða er ikki tikin til nakað. Vit hava valt at stinga fingurin í jørðina og síggja hvat hendir komandi tíðina. Spurningurin hevur ikki verið uppi at venda, so vit fara at taka tað upp. Fólk verða í hvussu er ikki snýtt, lovar Háldan Haldansen.