Hava mált upp í 73,9 m/s á Oyndafjarðarvegnum

Tað er nógvur vindur í kvøld. Vindmátarin hjá Landsverki á Oyndafjarðarvegnum vísti klokkan 23:08, at har liggur vindur millum 40 og 66 metrar um sekundi av landssynningi.

Tað er nógvur vindur í kvøld. Vindmátarin hjá Landsverki á Oyndafjarðarvegnum vísti klokkan 23:08, at har liggur vindur millum 40 og 66 metrar um sekundi av landssynningi. Klokkan 22:38 var harðasta hvirlan máld til 73,9 metrar um sekundið, sum er harðasta hvirlan, sum er máld seinasta mánaðin. 18. november í ár máldi Landsverk 77,10 metrar um sekundi á Syrðadali á Kalsoynni.

 

Á Norðradalsskarði vísti mátarin hjá Landsverki beint fyri klokkan 23, at vindurin liggur millum 36 og 63 metrar um sekundið av útsynningi. Á Kambsdali eru vindurin upp í 47 metrar um sekundi. Har er hann vestan í ættini.

 

Veðrið ávirkar eisini samferðsluna. Strandferðslan hevur broytt ferðaætlanina hjá Smyrli soleiðis, at Smyril fer av Krambatanga kl. 07:00 og suður aftur av Havnini kl. 09:30. Túrarnir kl. 17:30 av Krambatanga og kl. 20:00 av Havnini verða ikki sigldir.

 

Strandferðslan boðar eisini frá, at seinkingar og avlýsingar kunnu væntast á bæði bygda- og oyggjaleiðunum um vikuskiftið.

 

Myndir av vindskaðum í Klaksvík síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER