Hava mist tamarhaldið á skógareldi á Gran Kanaria

- Fleiri túsund fólk eru flutt burtur, og fleiri vegir eru stongdir, skriva útlendskir miðlar í kvøld.

Hetta sær ikki tespiligt út. Um vikuskiftið hevur hitin á Gran Kanaria ligið oman fyri 40 stig, og tað er vindur. Mynd: Desiree Martin/AFP.

Hetta sær ikki tespiligt út. Um vikuskiftið hevur hitin á Gran Kanaria ligið oman fyri 40 stig, og tað er vindur. Mynd: Desiree Martin/AFP.

 

Skógareldurin, sum í løtuni herjar á Gran Kanaria, byrjaði við býin Tejeda leygarkvøldið. Eldur er í stórum økjum. Fleiri túsund fólk eru flutt burtur úr egnum bústøðum, og ellivu vegir eru stongdir, veit tíðindastovan Reuters at siga í kvøld.

Hetta er aðru ferð eftir stuttari tíð, at íbúgvar í Tejeda-økinum eru fluttir burtur orsakað av herviligum skógareldi, og sagt verður, at einki tamarhald í løtuni er á eldinum, sum í kvøld herjar í økinum.

Stór sløkkilið stríðast móti eldhavinum, bæði av landjørðini og úr luftini. Sagt verður, at talan er um 7000 sløkkiliðsfólk og 200 hermenn, sum luttaka, eins og bæði flogfør og tyrlur stoyta vatn úr luftini.

Nógvi hitin, turkur og vindur gera arbeiðið at basa eldinum trupult, og sløkkiliðsfólkini stúra fyri, at eldurin fer at breiða seg yvir enn størri øki, soleiðis sum gongdin er í løtuni.

Spanska ávísin El Pais skrivar, at veðurviðurskiftini júst eru tey røttu til at gera tað trupult hjá sløkkiliðsfólkunum. Um vikuskiftið hevur hitin á Gran Kanaria verið oman fyri 40 stig, og væntandi er, at hitabylgjan heldur fram mánadagin.

Í løtuni eru kendu ferðavinnuøkini á Gran Kanaria, sum eitt nú norskar skrivstovur selja, ikki rakt av skógareldinum, og charter-felagið Ving upplýsir fyri VG, at tey higartil ikki hava hoyrt frá ferðandi, sum óttast støðuna.

- Vit fylgja væl við gongdini, men í løtuni er skógareldurin langt burtur frá okkara ferðafólki og hotellum. Tí hava vit enn eingi tiltøk sett í verk, soleiðis sum støðan er, sigur kunningarleiðarin hjá Ving, Siri Røhr-Staff, við VG.

##med2##

Hetta sær ikki tespiligt út. Um vikuskiftið hevur hitin á Gran Kanaria ligið oman fyri 40 stig, og tað er vindur. Mynd: Desiree Martin/AFP.

Skógareldurin kemur oman eftir fjallasíðuni. Hetta sær óunniligt út. Mynd: Borja Suarez/ Reuters