Hava nú fingið 52,5 milliónir útgoldnar

Í dag hava yvir 18.000 føroyingar fingið pengar aftur

 

 

Í dag hava 18.109 føroyingar fingið nakað at fegnast um. Tað er nevniliga í dag, at teir hava fingið pengar aftur frá Taks, sum teir annars hava goldið ov nógv í skatti í fjør.

Tilsamans hava teir fingið slakar 52,5 milliónir afturgoldnar og sostatt hava teir í miðal fingið 2,900 krónur aftur í skatti í part.

Annars er støðan tann, at hjá 21.242 skattgjaldarum, passaði skattuin at kalla upp á oyra, so teir fáa einki aftur – men aftur fyri skulu teir so heldur ikki rinda meiri enn teir longu hava gjørt

So hepnir eru 1.709 føroyingar ikki, tí teir hava goldið ov lítið í skatti í fjør, og sostatt hava teir fingið eina eykarokning frá Taks

Tilsamans skulu tey rinda 4.743.696 krónur afturat í skatti, ella einar 2.775 krónur í part í miðal.

Eigur ein minni enn 25 krónur til góðar, verða tær ikki útgoldnar og skyldar ein minni enn 100 krónur, verða tær ikki kravdar inn.