Hava nú ráð til nýggjan Sóljubuss

Fólkatingið játtað 600.000 krónur

Sóljubussurin er gamal og slitin og treingir til at skiftast út

Sóljubussurin er gamal og slitin og treingir til at skiftast út

Nú fer Trivnaðargrunnurin á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn at hava ráð til ein nýggjan sóljubuss, eftir at Fólkatingið hevur játtað 600.000 krónur til sonevndu satspuljuna.

Tað er Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, ið hevur biðið um peningin, eftir at núverandi sóljubussur er vorðin gamal og slitin.

– Tað er eingin ivi um, at Trivnaðargrunnurin ger eitt megnar arbeiði fyri sjúklingar og avvarandi á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Eg eri tí sera glaður um, at allir flokkar á Fólkatingi hava verið jaligir mótvegis okkara uppskoti og hava valt at ganga ynskinum á møti. Við teimum 600.000 krónunum, ið eru játtaðar, kann Trivnaðargrunnurin keypa ein nýggjan buss og framvegis gera gerandisdagin á Sjúklingahotellinum eitt sindur lættari hjá teimum, ið búgva har, sigur Edmund Joensen.

Sóljubussurin er niðurslitin, og Trivnaðargrunnurin hevur leingi ynskt sær ein nýggjan. Trivnaðargrunnurin hevur eisini savnað inn pening til ein nýggjan buss við øllum teimum hentleikum, ið ein tílíkur bussur skal hava, og Trivnaðargrunnurin hevur higartil savnað inn 700.000 krónur.

Ein nýggjur bussur kostar 1,3 mió. krónur, og saman við teimum 600.000, ið Fólkatingið nú hevur játtað, ber sostatt til hjá Trivnaðargrunninum at keypa ein nýggjan buss.

Sóljubussurin er gamal og slitin og treingir til at skiftast út