Hava nú sett tal á hvussu sakarmálið um Glasir fer at kosta

Tað verður ikki fyrr enn um hálvtannað ár at úrslitið av sakarmálinum er væntandi

Sakarmálið ímillum Landsverk og TG-verk í sambandi við ósemjuna um arbeiðið at byggja Glasir, fer at kosta góðar 18,4 milliónir í sakarmálskostnaði.

Tað hevur Landsverk roknað fram til, nú Løgtingið viðger eina umsókn um eykajáttanir til ymisk endamál, eitt nú til Landsverk.

Landsverk sigur, at til og vi 2018, eru goldnar 8,7 milliónir til løgfrøðingar, og til aðrar útreiðslur í sambandi við sakarmálið.  

Hetta er alt rindað av játtanini til verkætlanina,  men útreiðslur til lønir og ferðing hjá starvsfólkum á Landsverki, er ikki talt við og tað verður eisini rindað av játtanini til byggingina.

Í ár er væntandi, at útreiðslurnar til løgfrøðingar, ráðgeving, og annað í sambandi við sakarmálið, verða slakar 4,7 milliónir.

Landsverk væntar, at útreiðslur til sama endamál, verða ikki undir fimm milliónir næsta ár, og sostatt fer sakarmálið at kosta tilsamans 18,4 milliónir krónur.

Men Landsverk sigur nú, at sakarmálið ímillum Landsverk og TG-Verk er vorðið meiri umfatandi og eisini tað hevur havt øktar kostnaðir við sær.

Sakarmálið ímillum Landsverk og TG-Verk kemur fyri gerðarrættin um eitt ár. Gerðarætturin er í Keypmannahavn og væntandi fer tað at taka ímillum tvær og fýra vikur at viðgera málið. Og tá ið viðgerðin er liðug, fer tað at taka eitt hálvt ár afturat hjá rættinum at koma til eina niðurstøðu, so málið verður ikki avgreitt fyrr enn á vári í 2021, ella um hálvtannað ár.

Men tað er ikki vist, at tað er liðugt her, tí Landsverk sigur somuleiðis, at høvuðsráðgevarin, BIG, hevur boðað frá, at teir fara at seta krav fram um samsýning fyri veitingar í sambandi við at Glasir kostaði meiri at byggja enn ætlað.

– Landsverk hevur tí brúkt tíð og orku upp á at mótprógva, at ráðgevingin hevur rætt til økta samsýning, sigur Landsverk.

Eftir tí, sum hevur verið frammi, hevði TG Verk eitt krav ímóti  Landsverki uppá 75 milliónir, men hinvegin hevur Landsverk eitt mótkrav ímóti TG Verki upp á 87 milliónir.