Hava nú tryggjað arbeiðsfrið á týdningarmiklum økjum

Tey fáa tað sama, sum onnur hava fingið

Súni Selfoss í Starvsmannafelagnum, og Annika Olsen í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hava skrivað undir nýgga sáttmálan. Í hesum koronatíðum taka tey ikki lógvatak, men leggja albogarnar sa

Súni Selfoss í Starvsmannafelagnum, og Annika Olsen í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hava skrivað undir nýgga sáttmálan. Í hesum koronatíðum taka tey ikki lógvatak, men leggja albogarnar sa

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið hava nú skrivað undir nýggjan sáttmála, og sostatt er arbeiðsfriðurin tryggjaður á hjá kommununum og hjá kommunalu felagsskapunum, Sev og Irf.

Fyrra árið fáa starvsfólk í teimum lægru lønarbólkunum 795 krónur afturat um mánaðin og starvsfólk í hægru lønarbókunum fáa 595 krónur afturat.

Seinna árið fáa øll eina lønarhækking upp á 2,25 prosent.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur í eini viðmerking, at tey ásanna, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum á koronu, men tey leggja stóran dent á at lønarlagið hjá starvsfólkum, ið eru limir í Starvsmannafelagnum, er tað sama, um tey so arbeiða hjá landinum ella hjá kommunum.

Og tí hava tey fingið somu lønarhækking sum, sum arbeiða hjá landinum, hava fingið.

– Tað eru nú níggju mánaðir síðani, at sáttmálin gekk út 1. oktober 2019 og sostatt kemur næsti lønarkekkur óivað væl við hjá okkara teimum limum í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá kommununum, sigur Starvsmannafelagið.

Súni Selfoss í Starvsmannafelagnum, og Annika Olsen í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, hava skrivað undir nýgga sáttmálan. Í hesum koronatíðum taka tey ikki lógvatak, men leggja albogarnar sa