Hava onga klagu fingið um at vit fara illa við fólki

– Og tað taka vit sum tekin um, at tað eru eingir trupulleikar, siga arbeiðsgevarar

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fingið nakra klagu um, at arbeiðsgevarar fara illa við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú kjakið um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, er kyknað aftur.

Arbeiðsgevararnir hava strongt á at fáa lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi tí tað er stórt trot á fólki.

https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-ma-loysast-ongantid-ov-skjott/?no_cache=1Les meiri um tað her: Hetta má loysast ongantíð ov skjótt

Men tað hava fakfeløgini sett seg ímóti og í eini felags fráboðan ávaraðu Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Fiskimannafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ímóti, at hetta fer at føra til sosiala dumping og at lønin fer at lækka.

Tey siga eisini, at eingi prógv eru fyri, at tørvurin á arbeiðsmegi er so stórur, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag vil verða við.

Les meiri um tað her: Tað økir um vandan fyri at lønirnar lækka

Hetta undrast tey í Arbeiðsgevarafelagnum stórliga á. Tey vísa á, at arbeiðsloysið er 0,8 prosent og samstundis kæra føroysku vinnufyritøkur í at kalla øllum vinnugreinum, sína neyð um, at tær fáa ikki fólk.

 – Men tað, sum órógvar Føroya Arbeiðsgevarafelag allarmest, eru ákærurnar um at arbeiðsgevarar gera sær dælt av útlendsku arbeiðsmegini, og at løn og setanarviðurskiftið ikki fylgja føroyskum sáttmálum.

– Tað er ein av fremstu uppgávunum hjá fakfeløgunum at verða við til at tryggja, at løn og setanarviðurskifti eru í lagi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

– Og eru viðurskiftini ikki eru í lagi, eiga feløgini at taka tað upp við tann, tey hava sáttmála við, nevniliga Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fingið nakað mál, ella nakran fyrispurning, frá hesum fakfeløgunum um nøkur ivamál í sambandi setanarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi, og tað verður tikið sum eitt greitt tekin um, at her ikki er nakar trupulleiki, leggja tey afturat.

– Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini hava felags áhugað í, og ábyrgd av, at lønarviðurskifti og sáttmálatreytir verða hildnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Og vit hava ferð eftir ferð heitt á fakfeløg um at boða frá, um viðurskiftið ikki eru í lagi, sigur Arbeiðsgevarafelagið.