Herfyri avdúkaði norska løgreglan, at tey høvdu funnið blóð av ríkmanskonuni í heiminum í Lørenskog.

Hava peikað á navngivnar persónar

- Svarini upp á DNA-kanningar kunnu potentielt gerast heilt avgerandi fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni, siga serfrøðingar.

Herfyri avdúkaði norska løgreglan, at tey høvdu funnið blóð av ríkmanskonuni í heiminum í Lørenskog.

 

Nú eitt ár er liðið, síðan 69 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, hevur tv2.no í morgun eina grein, har víst verður til keldur sum siga, at norska løgreglan hevur ein lista við nøvnum yvir potentiellar brostmenn í málinum um ríkmanskonuna.

- Vit eru eisini vitandi um, at tað í kanningararbeiðnum hevur verið peikað á ávísar persónar, sum eru undir illgruna fyri at hava við brotsverkið at gera, skrivar tv2.no.

Teir fyrstu mánaðirnar arbeiddi løgreglan við málinum, sum um hetta var eitt rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli, og hetta gjørdu tey eitt nú tí, at hóttanarbræv við kravi um loysigjald og strips vórðu funnin í heiminum.

Í juni mánaði í ár broytti norska løgreglan høvuðsástøðið til, at Anne-Eisabeth Hagen helst er dripin. Tað heldur løgreglan vera mest sannlíkt, soleiðis sum gongdin - ella tómgongdin - í málinum hevur verið.

Løgreglan heldur, at um tú situr við einari "vøru" - í hesum førinum einum rændum menniskja - sum tú kanst fáa nógvar pengar fyri, er eingin meining í hesum, um tú ikki umsetir vøruna til pengar.

Tí bendir sambært løgregluni ymiskt á, at Anne-Elisabeth Hagen er dripin, men at tann ella tey, sum standa aftan fyri drápið, royna at fáa brotsgerðina at síggja út sum rán við fíggjarligum endamáli.

Tv2.no sigur seg vita, at nógv fólk hava verið til avhoyringar hjá løgregluni í málinum. Hesi hava status sum vitni, men fleiri eru vorðin spurd um, hvar tey vóru hin 31. oktober í fjør, tá ríkmanskonan hvarv.

Soleiðis, sum tv2.no skilir, hevur norska løgreglan arbeitt við ítøkiligum kriminellum umhvørvum í einari roynd at fáa upplýsingar um málið. Við avhoyringum og tipsum skilir norska tv2, at peikað hevur verið á navngivnar persónar, sum kunnu hava við málið at gera.

- Eg kann ikki fara niður í smálutir í slíkum spurningum, tí hetta er vanlig mannagongd, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske, sum kortini váttar, at løgreglan hevur gjørt ein lista yvir potentiellar brotsmenn í hesum mái.

Herfyri avdúkaði norska løgreglan, at tey høvdu funnið blóð av ríkmanskonuni í heiminum í Lørenskog, og løgreglan vil eisini vera við, at fyrireikingararbeiðið til brotsgerðina byrjaði fleiri mánaðir, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv - nú fyri einum ári síðan.

Tommy Brøske sigur, at løgreglan heldur seg hava sæð fyrireikingararbeiði til brotsgerðina, sum kann sporast aftur til summarið 2018 - ella nakrar mánaðir fyri tíðina, tá ríkmanskonan hvarv - men kanningarleiðarin vil ikki siga, hvørjar fyrireikingar her er talan um.

Sambært tv2.no vil løgreglan ikki siga, um tey hava funnið DNA antin á brævinum ella brævbjálvanum, sum lá eftir í húsinum, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, men Tommy Brøske leggur dent á, at løgreglan hevur gjørt neyðugu teknisku kanningarnar.

Serfrøðingar, sum tv2.no hevur skift orð við, siga, at svarini upp á slíkar DNA-kanningar potentielt kunnu gerast heilt avgerandi fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni.

 

 

Herfyri avdúkaði norska løgreglan, at tey høvdu funnið blóð av ríkmanskonuni í heiminum í Lørenskog.