Hava roynt at lumpa pengar frá fleiri føroyingum

Teldusníkar hava aftur sett kikaran á Føroyar

Teldusníkar hava aftur sett kikaran á Føroyar. Tað skrivar heimasíðani hjá kt-trygd og í hesum sambandi hava fleiri stovnar og fyritøkur í Føroyum fingið teldubræv, har roynt verður at fáa tey at slyta pening á eina bankakontu, sum teldusníkarnir hava ræðið á.

Tað gera teir við at geva seg út fyri at vera ein í leiðsluni á fyritøkuni, ella á stovninum.  Eitt nú kann telduposturin verða undirskrivaður av sjálvum stjóranum.

 Teldupostadressan, sum er nýtt til at senda teldubrævið er "[email protected]". og eitt dømi um ein slíkan teldupost sæst niðan fyri.

##med2##

 

Evni og teksturin í teldubrævinum er tað sama í øllum brøvunum, tað einasta, sum verður broytt, er navnið á sendaranum. Í hvørjum føri hava teldusníkarnir broytt navnið til at verða navnið hjá stjóranum á fyritøkuni ella stovninum.

Sum tað sæst á teldubrævinum, er einki kontunummar at flyta peningin til. Hetta kemst av, at hetta teldubrævið er bara fyrsta stigið í álopinum.

Eydnast tað teldusníkunum at fáa eitt samskiftið í lag, senda teir kontunummarið og upphæddina, teir vilja hava flutta.

Hevur tú fingið eitt teldubræv av hesum slagnum, verður mælt til, at tú slettar tað og letur verða við at svara. Haraftrat kann kt-veitarin, sum varðar av teldupostskipanini blokera fyri teldubrøvum frá "ceomail342(at)naver.com".

Hevur tú verið so óheppin, at tú hevur flutt pening til onkra bankakontu, er tað av størsta týdningi, at tú setur teg í samband við bankan, alt fyri eitt, í eini roynd at steðga flytingini, sigur kt-trygd.

Soleiðis síggja teldubrøvini út, sum fleiri stovnar og fyritøkur í Føroyum hava fingið