Hava stevnt Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitinum

MARK fekk ongantíð annað stykki í býti fyri tað undir Kongavarða

NN Holding, sum er felagið, ið eigur MARK, hevur stevnt Tórshavnar kommunu og Kommunala eftirlitinum, tí at MARK ongantíð fekk nakað stykki aftur fyri tær íbúðirnar, ið vórðu tiknar av íbúðarbyggingini undir Kongavarða.

Christian Andreasen, advokatur hjá felagnum, váttar, at kommunan og kommunala eftirlitið eru stevnd, men hvørki hann er Gordon Rajani, stjóri í MARK, hava viðmerkingar til málið.

Upprunaliga var ætlanin, at MARK skuldi sleppa at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða. Men eigarafeløgini undir Kongavarða vóru staðiliga ímóti íbúðarbyggingini, soleiðis sum hon sá út tá.

- Tórshavnar býur fær eitt skemmandi sár fyri eftirtíðina. Íbúgvarnir í teimum 94 íbúðunum fáa liviumstøður, sum ikki hóska seg í Føroyum anno 2019, og grannarnir missa eitt fríøki og sólargang, og tær longu vánaligu ferðsluumstøðurnar verða ótolandi hjá øllum, skrivaðu eigarafeløgini í lesarabrævi í august í fjør.

Endin gjørdist, at íbúðarætlanin undir Kongavarða varð skotin í helvt, soleiðis at MARK fekk loyvi at byggja 48 íbúðir undir Kongavarða. Afturfyri skuldi MARK sleppa at byggja restina av íbúðunum aðrastaðni í Havnini, segði Annika Olsen, borgarstjóri.

– Fyri at leigararnir, ið vanta ein bústað, ikki verða við sviðusoð, so verður uppskot lagt fyri býráðið um, at hinar á leið fimti íbúðirnar verða bygdar á aðrari staðseting. Sostatt kann málið loysast til gagns fyri allar partar, segði Annika Olsen.

Ætlanin varð, at MARK skuldi sleppa á Miðhorni ístaðin.

Men MARK fekk ongantíð nakað annað stykki. Í fyrsta føri skuldi kommunan hava meklarar at emta um virðið á økinum, ið MARK skuldi fáa ístaðin, og tá tað varð komið upp á pláss, noktaði Kommunala eftirlitið at loyva makaskiftinum, og tí hevur MARK framvegis einki stykki at byggja restina av íbúðunum á, nú næstan hálvtannað ár er liðið. Og tí verða bæði kommunan og kommunala eftirlitið stevnd.

Í stevningini stendur, at kommunan og kommunala eftirlitið skulu viðurkenna at hava endurgjaldsskyldu mótvegis MARK í sambandi við, at MARK ikki hevur fingið nýtt stykki í býti fyri upprunaliga stykkið undir Kongavarða.