Hava stongt vegir ymsastaðni - sera vánalig koyrilíkindi

Tað eru av ringastu koyrilíkindum fleiri staðni og tað elvir til stórar trupulleikar

Her stnada bilar í Gøtu og bíða eftir líkindum

Her stnada bilar í Gøtu og bíða eftir líkindum

Tað eru av ringastu koyrilíkindum fleiri staðni og nógva staðni hava bilar ikki fingið koyrt.

Árni Jacobsen sigur, at summa staðni hava bilar staðið fastir, og aðrastaðni hava tey stongt vegirnar í eitt tíðarbil fyri at geva teimum frið at grava.

Hetta hevur verið galdandi um Sandávágsháls, í Kvívík og oman fyri Vestmanna, um Gøtueiðið og aðrastaðni har um leiðir, á Oyndafjarðarvegnum, og báðu megin Norðskálatunnilin, men hann sigur, at nú koyra bilar aftur – men líkindini eru vánalig.

Gjáarvegurin hevur verið stongdur í allan dag, men roynt verður at grava, so at bilar sleppa til og frá

Árni Jacobsen sigur, at tey gevast at grava á Oyggjarvegnum klokkan 19 og aðrastaðni verður hildið á nakað afturat, men annars sær heldur frægari út nú, enn tað hevur gjørt.

Her stnada bilar í Gøtu og bíða eftir líkindum