Hava tænt fyri seg

Tá brúgvarnar komu í 1973, varð sagt, at tær vóru egnaðar til bátar, sum ikki vóru størri enn tíggjumannafør.

 

 

Í morgun varð farið í holt við at tøma bátabrúgvarnar, sum hava ligið norðan fyri heimaru bryggju í Klaksvík. Brúgvarnar eru gjørdar úr betongi og eru opnar innan, so neyðugt er at tøma tær eftir tørvi.

Tað vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at bátabrúgvarnar so sanniliga hava tænt fyri seg. Tá komu í 1973, og tá varð sagt, at tær vóru egnaðar til bátar, sum ikki vóru størri enn tíggjumannafør.

- Men, sum árini liðu, lógu bátar við tær, ið vóru væl størri enn tíggjumannafør. Hetta kláraðu gomlu brúgvarnar ikki. Hetta hevur eisini verið viðvirkandi til, at brúgvar vórðu skiftar út í 2017.

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at brúgvarnar, sum eru komnar í staðin, eru snøggar, og tað er her, at fleiri stórir frítíðarbátar í dag liggja. Sagt verður eisini, at talið av frítíðarbátum er í vøkstri.

Tær gomlu brúgvarnar, sum nú skulu skiftast út, vórðu bodnar til sølu, harav ein er seld. - Restin verður nú beind burtur eftir 47 ára tænastu, leggja tey í Klaksvíkar kommunu aftrat.

##med2##