Eg leggi øgiliga lítið í jólini

- Eg eri sloppin undan villskapinum, sum nú sær út til at hava tikið alt vald á jólunum

- Eg leggi øgiliga lítið í jólini.

 

Tað staðfesti Tórbjørn Jacobsen, stutt og greitt á Hvonn Live, sum Rás2 sendi í kvøld.


Tórbjørn Jacobsen er mest kendur sum fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður, og núverandi býráðslimur og havnarmeistari í Runavík.

 

Men hann er helst fyrst og fremst sjómaður og skipari.

 

Tórbjørn fortaldi at trý av sínum fyrstu jólunum var hann í útlegd.

 

- Eg eri so heppin, at eg havi hildið tey flestu jólini á sjónum og sostatt eri eg sloppin undan villskapinum, sum nú sær út til at hava tikið alt vald á jólunum, sigur hann.

 

- Tað snýr seg bara um eitt, nevniliga handil og sølu - og einki annað.

 

- Men so eru fólk farin at ganga í kirkju seinnapartin jólaaftan. So fara tey at eta seg yvir rygg og so á divanin í tveir, tríggjar dagar.

 

Tórbjørn Jacobsen heldur slett ikki at nakar samanhangur yvirhøvur kann vera ímillum veruligu orsøkina til at vit halda jól, og so tað at eta seg yvir rygg.

 

- Hjá teimum, sum eru so heppin at hava eitt arbeiðslív, átti tað týdningarmesta við jólunum verið at st sloppið sær úr einum øgiliga turbulentum gerandisdegi.

 

- Tí átti mann fyrst og fremst at brúkt jólini til at hvílt seg í, saman við teimum, mann er í sosialum sambandi við.

 

- Og so kanska eti eitt sindur frægari enn vanligt, leggur hann afturat.

 

Tey jólini, hann minnist best av øllum, vóru jólini, hann var fimm ára gamalur og familjan var við pápanum til skips í Kyrrahavi.

 

- Vit høvdu jólatræð umborð, vit ótu jólamat, menninir royktu eina sigar og fóru so aftur á vakt – og vit børn spældu saman sum um einki var hent.

 

Yvirhøvur heldur hann, at barnajólini eru tey, sum vit minnast best, tí onkusvegna eru jólini ein hátíð fyri børnini.

 

- Duga vit at halda jól fyri børnunum við máta, er tað fínasta slag.

 

Men tað, sum er styrkin í jólunum er nettupp veruliga orsøkin til at vit halda jól og at vit kunnu vera saman við okkara skyldfólkum og sosiala netverkið undir friðarligari umstøðum enn í vanliga gerandisdegnum.

 

Og so heldur hann, at vit kundu lagt okkum mergin í fjallataluni í geyma um tað moralska í, at vit fáa lyft øll ígjøgnum jólini, eisini tey, sum ikki hava ráð til ørskapin og detta niður ímillum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Á myndini er Tórbjørn Jacobsen á Hvonn Live í kvøld í práti við annan vertin, Ránnvá Gaard Fossaberg.