Neistin hitar upp í Gundadalshøllini

Tað verður í Neistarúminum í Gundadalshøllini, at Neista-fjepparar savnast undan finaludystinum

 

Neistafólk savnast í Neistarúminum, tá bláa helvtin av Havnini ger seg út til at stuðla sínum liði í fyrstu FM-finaluni, sum verður blást ígongd klokkan 17 í morgin.

 

Neistin skrivar á heimasíðu sínari, at dyrnar í felagshølunum lata upp klokkan 17, og so verður andlitsmáling og Neista-tónar á skránni í góðan tíma, áðrenn leiðin verður løgd niðan á Nabb, har dysturin verður bríkslaður ígongd klokkan 18.30.