Fláir í Listasavninum

Evni á ársins ólavsøkuframsýning í Listaskálanum eru føroysku fláirnar.

Um slakar tveir tímar letur ólavsøkuframsýningin upp í Listaskálanum, har evnið í ár er »fláir«.

 

Eins og undanfarin ár er tað Listafelag Føroya, sum skipar fyri framsýningini í eldra partinum av savnsbygninginum hjá Listasavni Føroya. 

 

Sjálv framsýningin er samansett av innsendum úrvalsverkum, verkum frá innbodnum listafólki. 

 

- Áhugin at senda verk inn hevur verið serstakliga stórur í ár. 48 fólk hava sent 340 verk inn, og burtur úr hesum eru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk, skrivar heimasíðan hjá Listasavninum. 

 

Tey innbodnu yrkislistafólkini fingu áheitan um at hava evnið »fláir« í huga, tá ið tey gjørdu verkini, sum skal vísa til føroyska landslagið, ið er bygt upp í fláum. 

 

- Men evnið vísir samstundis til løgini í okkara menniskjaligu upplivingum, ið vit dagliga kenna, og sum verða lagdar afturat sum árini líða. Evnið vísir til sálarligar, mentanarligar og listarligar fláir, sum byggjast upp, endurnýggjast og brótast niður, skrivar heimasíðan hjá Listasavninum.

 

Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14 og hongur uppi til og við sunnudagin 2. august.