Havnarborgarar mugu kóka vatnið

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í meginpartinum av høvuðsstaðarøkinum

Havnarborgarar verða nú mæld til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, aftaná at bakteriur eru funnar í drekkivatninum í stórum parti av býnum. Tað boðar kommunan frá nú.

- Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Tórshavn, Hoyvík, Hvítanesi og parti av Argjum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Upplýst verður ikki hvar bakteriurnar stava frá ella hvørjar tær eru, men verða borgarar einans biðin um at kóka drekkivatnið til annað boð verður givið.

Upplýst verður, at økið innan gulu strikuna á myndini er reint. Annars skal vatnið kókast.

##med2##