Havnin skal verjast móti ágangi uttaneftir

Seinastu gott 50 árini er Havnin broytt frá at vera Føroya størsta bygd, til at gerast ein veruligur høvðusstaður. Samstundis er kommunan vaksin munandi gjøgnum samanleggingar við grannakommunurnar. Hetta er ein tilgongd, sum øll burdu verið fegin um, men so er tíverri ikki. Alt ov ofta uppliva vit, at lokalpolitikarar av bygd hava sum hjartamál at finnast at Havnini á einhvønn hátt. Tað er møguligt, at slíkir bygdapolitikarar kunnu vinna sær onkrar fyrimunir innanfyri bøgarðarnar við slíkum álopum.

Dømini um slíkan ágang eru mong: Arbeiðspláss skulu flytast úr Havnini. Almennar íløgur skulu helst gerast alla aðrastaðni enn í Havn. Og Havnin skal gjalda, men ikki valda, í ymsum kommunalum samstørvum. Tað átti verið ein náttúrligur eginleiki hjá einum høvðusstaðarpolitikara at verja borg mótvegis slíkum ágangi av bygd, men tøgnin er sigandi. Tí er alneyðugt, at velja fólk í býráðið, sum síggja tað sum teirra fremstu uppgávu at verja alla kommununa mótvegis ágangi uttaneftir.

Politikkurin, sum verður førdur á Vaglinum, skal fyrst og fremst verða til gagns fyri borgaran í kommununi, og so kann løgtingið sleppa at eiga landspolitikkin. Tí skal býráðið av øllum alvi berjast ímóti, at arbeiðspláss verða flutt úr Havnini. Somuleiðis skal vinnulívið í býnum fáa so góðar treytir, at fyritøkur ikki freistast til at flyta í aðrar kommunur.

Tórshavnar kommuna er størsti eigarin í SEV. Landspolitikarar skulu ikki sleppa at ognartaka og privatisera partar av SEV ígjøgnum bakdyrnar við tí úrslitið, at streymprísurin hjá teimum frammanundan fíggjarliga hart spentu húsarhaldum hækkar munandi, eins og tað er hent í grannalondum okkara. Kann landsstýrið ikki halda fingrarnar vekk frá SEV, skulu kommunalu eigararnar um neyðugt berjast ímóti hesi ognartøku allan vegin í hægstarætt.

Kærleiki til Havnina og virðing fyri tí fjølbroytni, sum er í allari kommununi, má tí vera tann týdningarmesti eginleikin hjá einum býráðspolitikara. Tí er brúk fyri at velja fólk við slíkum virðum í býráðið, tá krossurin skal setast.