Havrannsóknarskipið er nú føroyskt

MEST hevur í dag yvirtikið nýggja havrannsóknarskipið

Mynd: mest.fo

Mynd: mest.fo

Skipasmiðjan MEST hevur í dag yvirtikið nýggja havrannsóknarskipið og hevur samstundis skrásett skipið undir føroyskum flaggið. Tað boðar skipasmiðjan sjálv frá á mest.fo.

- Eins og ætlað yvirtók MEST havrannsóknarskipið í dag í Kleipéda. Á myndini eru føroyingarnir, sum vóru á staðnum tá flaggið var vundið í húnar hátt. Teir eru Mouritz, Bartal, Sunvard, Per, Dánjal Jákup og Høgni, skrivar skipasmiðjan.

##med2##

Upplýst verður, at skipið nú er klárt at sleipa til Føroyar. Ætlanin er at sleipa tað úr Litava til Skála, har man væntar at vera um miðjan september.

Tað var í mai 2017, at Fiskimálaráðið og MEST skrivaði undir sáttmála um at byggja tað nýggja rannsóknarskipið. MEST gav Western Baltic Shipyard í Litava arbeiði at gera skrokkin, ið nú er handaðar MEST.  

Mynd: mest.fo

Mynd: mest.fo