Havvindmyllulund eystan fyri Nólsoynna

SEV fer nú undir kanningar við tí fyri eyga at gera eina havvindmyllulund eystan fyri Nólsoynna

Nakað soleiðis kemur tað at síggja út úr landi, um havvindmyllulundin verður sett upp eystan fyri Nólsoynna. Tilgjørd mynd: SEV

Nakað soleiðis kemur tað at síggja út úr landi, um havvindmyllulundin verður sett upp eystan fyri Nólsoynna. Tilgjørd mynd: SEV

SEV fer nú undir at gera kanningar av møguleikanum at staðseta eina 96-120 MW havvindmyllulund í Føroyum við eini mettari úrtøku á 420-520 GWt. Til samanberingar er vindmyllulundin í Húsahaga 12 MW.

“Tað er av alstórum týdningi at fáa ferð á grønu útbyggingarnar, skulu vit gera okkum nakra vón um at gerast leys av oljuni í 2030. Í løtuni eru stórar avbjóðingar við útbyggingum á landi av ymsum orsøkum, og tí fara vit nú undir at kanna møguleikarnar fyri vindorkuútbygging á sjóøki”, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV.

Í fyrstu atløgu verður arbeitt við einum øki nakað eystan fyri Nólsoynna, men SEV ætlar eisini at kanna aðrar møguleikar fyri staðseting.

Um loyvi fæst til at gera innleiðandi kanningararbeiði í 2021, kann projektering fara fram í 2022, uppseting, kaðallegging v.m. í 2023 og 2024, og verkseting í 2025.

Meira verður um hetta í Vikuskiftis-Sosialinum, sum kemur í sølubúðirnar í annaðkvøld.

Nakað soleiðis kemur tað at síggja út úr landi, um havvindmyllulundin verður sett upp eystan fyri Nólsoynna. Tilgjørd mynd: SEV