Eivør kom og sigraði

Konsertin, ið Eivør og Aldubáran spæla sunnudagin, fær framúr ummæli úr Íslandi, har hon var framførd leygardagin.

Konsertin, ið Eivør og Aldubáran spæla sunnudagin, fær framúr ummæli úr Íslandi, har hon var framførd leygardagin.

 

Í Føroyum spæla Eivør og bólkur hennara saman við Aldubáruni, men leygarkvøldið var tað Sinfóníuhljómsveit Norðurlands, ið spældi saman við teimum.


Ikki færri enn tvey ummæli av konsertini eru í Akureyri Vikublað, eitt frá blaðfólki og eitt, ið er innsent av songkvinnuni Bjarkey Sigurðardóttir.

Bjarkey sparir ikki uppá rósurnar:

- Tað er fantastiskt, at sleppa á konsert við sínum yndislistafólki í Íslandi, enntá her norðuri. Leygarkvøldið slapp eg á eina av teimum bestu konsertunum í mínum lívi, tá eg hoyrdi Eivør Pálsdóttir syngja og spæla saman við Sinfóníuhljómsveit Norðurlands. Eg troyttist ikki av at tosa um, hvussu stórt listarfólk og tónlistarlig guðinna, ið Eivør er.

Undir yvirskriftini “Føroyingar koma - og sigra” hevur ummælarin hjá Vikublaðnum eina næstan líka jaliga lýsing av tiltakinum. M.a. skrivar Haukur Ágústsson um Eivør:

- Eivør er til reiðar at brúka rættiliga nógva tíð í høvdunum á teimum, ið hava notið væl av at hava uppliva hana og tónleikin tætt at sær, hennara livandi pallframførslu, hesa nærverandi songkvinnu og ikki minst tað gleði, ið hon sýnist at hava fyri at deila sína list við áhoyrararnar.

Les ummælini í Akureyri Vikublaði her