Hebron nýggjan samkomubygning í Leirvík

Í gjár skrivaði samkoman í Hebron í Leirvík undir sáttmála við Byggivirkið KBH á Toftum um betongarbeiðið til nýggja Hebron at standa liðugt í mai 2021

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypa fundamentir til nýggja Hebron við sjálvbodnari arbeiðsmegi – sjálvandi undir teimum avmarkingum, sum korona hevur lagt á alt landið.

Higartil hevur tað mesta av arbeiðinum verið sjálvboðið. Men í gjár varð skrivað undir avtalu, at Byggivirkið KBH á Toftum skal reisa betongveggirnar og leggja betongelementtekju á, skrivar Hebron á teirra facebookvanga.

Nýggja Hebron fer at standa stutt omanfyri verandi samkomubygning.


##med2##
##med3##

Helgi Johannesen fyri Byggivirkið KBH og Klæmint Eliasen fyri Hebron skriva undir sáttmálan