Heðin Kambsdal í Glyvra kirkju

Í kvøld klokkan 20 letur framsýning upp við verkum hjá Heðini Kambsdal í Glyvra kirkju.

Tað eru í ár liðin 10 ár, síðani forkirkjan í Glyvra kirkju varð gjørd til listaskála, og var tað júst Heðin Kambsdal úr Fuglafirði, listamaður, ið var hin fyrsti, ið sýndi fram.

Listamaðurin verður at hitta til ferniseringina í kvøld, og hann fer at greiða frá um myndlist sína.

Tað verður eisini tónleikaframførsla.

Ókeypis atgongd. Talan er um eina søluframsýning, verður sagt um tiltakið.

Tað eru vanliga tríggjar framsýningar árliga, og mong eru listafólkini, ið hava sýnt fram í forkirkjuni.