Heðin Mortensen vil ikki gevast

Landsstýrismaðurin skal nú svara einum spurningi afturat um eitt rokmál í Tórshavnar býráð fyri jól

Hetta er eitt óvanliga prinsipielt mál og tí vil eg hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í kommunumálum, at greiða gjølligari frá.

Tað sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og býráðslimur í Havn.

Tað prinsipiella málið er, at Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi, um farloyvi frá býráðnum, men longu eina viku seinni, møtti hon aftur á fundi.

Tað elvdi til rættiligt rok í býráðnum tí býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, mótmæltu hesum harðliga, og teir noktaðu enntá at møta til ein fund. Teir søgdu, at tað er gamalt í Tórshavnar Býráð, at fer býráðslimur í farloyvi, skal hann vera burtur mist 14 dagar. Ein orsøk til hetta er, at býráðslimir skulu ikki sleppa av ganga inn og út úr býráðnum sum tað passar teimum - kanska fyri at snúgva sær undan at taka støðu til mál, sum teir halda ver keðilig.

Helgi Abrahamsen hevur longu svarað atfinningunum og hann hevur boðað frá, at alt er farið fram eftir bókini. Les meiri um tað her: Hendan kamelin mugu býráðslimir í Havn svølgja

Men Heðin Mortensen er ikki nøgdur, og tí hevur hann fleiri spurningar til landsstýrismannin, sum hann nú eisini skal svara upp á.

– Avgerðin um at býráðslimur altíð kann taka sæti aftur í býráðnum víkur frá eini rimmarfastari siðvenju, og tí er talan um eitt óvanliga prinsipielt mál, sigur Heðin Mortensen.

Í hesum sambandi spyr hann um landsstýrismaðurin veit av, at í donsku lógini er skulu býráðslimir verða í farloyvi í minst ein mánað. Og hann spyr eisini landsstýrismannin um hann ikki heldur at hetta hevur týdning, tá ið føroyska kommunulógin varð skrivað - við neyvum íblástri úr donsku lógini.

– Hetta reisir tveir sera grundleggjandi spurningar um fólkaræði, sigur Heðin Mortensen.

– Annar spurningurin er, undir hvørjum umstøðum umsitingin hjá Tórshavnar Býráð bara kann kúvenda frá eini rótfestari lógartulking, og siðvenju, á einum øki við at vísa til eina danska lóg, sum man neyvt hevur brúkt sum íblástur.

Hin spurningurin er, hvussu vit skulu meta um starvið sum kommunustýrislimur. Er tað eitt álitisstarv, og eitt borgarligt umboð, sum hvør einstakur býráðslimur hevur skyldu til at røkja eftir bestu sannføring. Ella er tað ein framíhjárættur, sum hvør einstakur kommunustýrislimur kann røkja – ella ikki at røkja – soleiðis sum tað passar honum, ella henni, best, spyr Heðin Mortensen.