Heðini líkar uppskotið um Bursatanga

- Mong tjóðleikhús liggja við sjógvin, og hetta síggja vit bæði í Reykjavík, Noregi, Finnlandi - og nú eisini á Bursatanga, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum.

 

Á tíðindafundinum fyrrapartin um staðseting av tjóðleikhúsinum í Havn, takkað borgarstjórin í Tórshavnar kommuni, Heðin Mortensen, landsstýrismanninum í uttanríkis-og mentamálum, Jenisi av Rana og dómsnevndini, sum hevur havt uppskotini til viðgerðar, fyri, at tað hevur gingið so skjótt og væl at greina og taka støðu til uppskotini.

- Nú hava vit bíðað í nógv ár eftir hesum. Býráðið segði Skálatrøð í 2014, men alt bendir á, at her verður tjóðleikhúsið neyvan bygt. Eg haldi, at uppskotini eru spennandi, og nú ræður um at finna ein bygning, sum passar væl til Bursatanga. Eg ivist onga løtu í, at hetta fer at eydnast, nú vit hava so nógvar dugnaligar arkitektar.

Heðin Mortensen vísti á, at nú er fokusið um tjóðleikhús á Bursatanga. Hann segði, at neyðugt verður at gera broytingar í byggisamtyktini, um húsið skal byggjast her, men helt fyri, at einki óvanligt er í slíkum, tí tað er nakað, sum verður gjørt, tá býarætlanir broytast.

- Eg eri púra samdur við tykkum í, at Eystara Vág vantar onkur aktiv. Her plagdu nólsoyingar at selja grind, fugl og fisk, og tað var her, at útróðrarbátarnir løgdu fiskin upp. Tað var eisini á Kongabrúnni, at grind varð hildin til.

Borgarstjórin helt ikki, at tað neyðturviliga verður trongt kring Bursatanga, tó at tjóðleikhús verður bygt her, tí alt økið, sum liggur uttan fyri við farstøð og pakkhúsum, skjótt verður flutt longur út á havnalagið, sum nú er vorðið so nógv størri. 

- Eg ivist onga løtu í, at eitt tjóðleikhús um hesar leiðir hevði givið Havnini nakað. Vit arbeiða eisini við at lata Havnará uppaftur. Mong tjóðleikhús liggja við sjógvin, og hetta síggja vit bæði við Hørpuni í Reykjavík, Noregi, Finnlandi - og nú eisini á Bursatanga, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Í miðlunum eftir tíðindafundin helt Kári Johansen, nývaldur havnarnevndarformaður í Tórshavnar býráði, ikki, at hugskotið hjá arkitektafeløgunum um at leggja tjóðleikhúsið á Bursatanga er serliga áhugavert, og hann mælir frá, at húsið verður bygt her.

Heðin Mortensen og Kári Johansen eru floksfelagar, og tí verður spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá Tórshavnar býráð einaferð fer at viðgera hetta mál - væl at merkja, um hildið fer at vera fast við, at tjóðleikhúsið í høvuðsstaðnum, soleiðis sum arkitektarnir mæla til, skal byggjast á Bursatanga.

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum.